Landsrætturin hevur broytt úrskurðin

Landsrætturin hevur broytt úrskurðin
Kvinnan, sum er skuldsett fyri at stinga sambúgva sín nýggjársnátt, skal vera í varðhaldi til 31. januar
Landsrætturin broytti úrskurðin í Føroya rætti, og skuldsetta kvinnan skal vera í varðhaldi til 31. januar
 
07.01.2021 - 11:16

Eystari landsrættur hevur broytt úrskurðin hjá Føroya rætti í málinum um knívsstungurnar í Vágum.

Kvinnan, sum er skuldsett fyri at stinga sambúgva sín nýggjársnátt, skal vera í varðhaldi til 31.januar.

Føroya rættur segði annars sunnudagin, at kvinnan skuldi latast leys. Men akæruvaldið sendi tann úrskurðin til landsrættin.

Kvinnan hevur verið í varðhaldi síðani nýggjársdag, og nú skal hon vera har til 31. januar.

Skal ikki ávirka kanningararbeiðið

Ákæruvaldið vil hava kvinnuna varðhaldsfongslaða, so hon ikki kann ávirka kanningararbeiðið.

Verða kanningarnar lidnar fyri 31. januar, fer politiið at biðja um, at kvinnan verður latin leys, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum.

Kvinnan, sum er 35 ára gomul, er skuldsett fyri at stinga sambúgva sín nakrar ferðir um allan kroppin. Hann var tó ikki í lívsvanda.

Játtar at hava stungið

Kvinnan er skuldsett fyri drápsroynd, ella, í øðrum lagi, fyri grovan harðskap.

Hon játtar seg partvíst seka. Hon játtar, at hon stakk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035