Samlaði kostnaðurin 127 milliónir

Samlaði kostnaðurin 127 milliónir
Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt eykajáttan til Skúlan við Streymin
 
30.12.2020 - 06:56

Skúlin við Streymin kostar 127 milliónir krónur. Á eyka býráðsfundi mánadagin samtykti býráðið í Sunda kommunu eina eykajáttan til skúlan við Streymin.

Hon er átta milliónir krónur. Við í teimum 127 milliónunum eru 12,5 milliónir krónur til Eiðis kommunu, sum seldi Sunda kommunu sín part í felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Skylda 60 milliónir fyri skúlan

Men framhaldsdeildarnæmingar á Eiði fara kortini at brúka skúlan við Streymin. Eiðis kommuna rindar fyri teir. 

Sunda kommuna skyldar nú 60 milliónir krónur fyri skúlan. Tær verða goldnar yvir seks ár. Hitt er longu goldið yvir raksturin. 

Eyka býráðsfundurin mánadagin var tann seinasti hjá fráfarandi býráði, sum fekk avgreitt skúlan við Streymin, áðrenn tað fór frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389