- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov tíðliga at siga nakað enn
Ov tíðliga at siga nakað enn
Enn er óvist, hvørja ávirkan avtalan millum Bretland og ES fær á samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um fiskirættindi

28.12.2020 - 15:46
– Vit vita ikki rættliga, hvørja ávirkan, avtalan millum Bretland og ES fær á samráðingarnar millum Føroyar og Bretland um fiskirættindi.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Fiskimenn í ES eru í øðini, tí teirra lutur er so lítil í avtaluni, sum ES hevur gjørt við Bretland.
Føroyar og Bretland samráðast aftur um fiskirættindi 5. og 6. januar. Um Føroyar fáa somu treytir sum ES á fiskivinnuøkinum, ber ikki til at siga nakað um, sigur Jacob Vestergaard.
Eitt annað land, sum ikki er í ES, Noreg, hevur heldur ikki gjørt sáttmála við Bretland um fiskirættindi næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV