- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppsetingar latnar øllum ES-limalondunum
Europeiska samveldið hevur fingið koppsetingar til øll tey 27 londini, sum eru limir í ES. Koppsetingarnar eru latnar út til londini. Tað boðaði Ursula Von Der Leyen frá leygardagin, at koppsetingini frá Pfizer.BioNtech er latin øllum ES limalondunum, tað sigur BBC.
Nøkur lond settust ikki á boðini og fóru beinanvegin at koppseta tey veiku og heilsustarvsfólk.
ES limalondini, ið eru millum tey harðast raktu, hava skrásett 335.000 deyðsføll sum beinleiðis úrslit av covid-19.
14 mió. smittað
Fleiri enn 14 milliónir fólk eru smittað hetta seinasta árið.
Føroyar eru sum kunnungt ikki ES limaland og mugu tí bíða nakrar dagar, áðrenn koppsetingin kemur til landið.
Upprunaliga ætlanin var at byrja koppsetingina í dag. Men samstundis hevur landdsstýrismaðurin í heilsumálum boðað frá útsetingunum til fyrst í nýggja árinum.