- Tíðindi, mentan og ítróttur
Linjohn heldur fram í Skálavík
Linjohn heldur fram í Skálavík
Bygdarráðið í Skálavík hevur skipað seg

Linjohn Christiansen hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu síðan 1989.
23.12.2020 - 12:54
Linjohn Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Skálavíkar kommunu. Tað er greitt, nú bygdarráðið í Skálavík hevur skipað seg.
Fundurin, har formansskapurin skipaði seg, var 21. desember.
Anita Joensen verður varaborgarstjóri.
Nevndirnar eru ikki valdar enn, men tað verður gjørt millum jóla og nýggjárs.
Linjohn Christiansen hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu síðan 1. januar 1989.
Linjohn Christiansen fekk 36 atkvøður á kommunuvalinum 10. november. Hann stillaði upp á lista A.
Anita Joensen, sum verður varaborgarstjóri, fekk 13 atkvøður. Hon stillaði eisini upp á lista A.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV