- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir tilburðir í gjár
Tríggir tilburðir í gjár
Í løtuni hava 26 fólk koronu, og tvey eru innløgd
22.12.2020 - 15:45
Tríggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, upplýsir Heilsumálaráðið.
Ein teirra kom úr útlondum, og fekk staðfest smittuna tríggjar dagar eftir at vera komin til landið. Ein er partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir, og triði persónurin býr í Føroyum, men enn er ógreitt, hvar viðkomandi er smittaður.
Øll tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er farin undir smittusporingina.
1815 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar.
Tilsamans eru 26 fólk smittað í løtuni.
Tvey fólk eru innløgd við koronu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV