- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um byggiloyvið hjá KOKS tikið av skrá
Tórshavnar býráð tók ikki støðu til serstøku byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv í gjárkvøldið.
Málið varð tikið av skránni fyri býráðsfundin.
Orsøkin er, at málið skal til hoyringar í Kirkjubøar- og Velbastaðarnevndini. Har hevur tað ikki verið, men fer hagar nú.
Matstovan Koks hevur søkt um byggiloyvi í Fossdali á Velbastað.
Men áðrenn byggiloyvi kann latast, má serstaka byggisamtyktin fyri Fossdalsgjógv broytast.
Umsitingin og Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum mæla til at broyta byggisamtyktina.
Men treytin er, at avvarðandi myndugleikar geva loyvi.
Festarin skal spyrjast
Búnaðarstovan mælti fyrst frá at umskipa lendið undir Syðradalsvegnum norðan fyri Fossdalsgjógv til aðra nýtslu enn landbúnað.
Umsókn er um byggiloyvi til ein køst í Fossdali, har sum Koks hevur søkt um byggiloyvi.
9.september í ár gav Búnaðarstovan tó tilsøgn um, at Búnaðarstovan er sinnað at avhenda økið til annað endamál enn landbúnað, um so er, at byggisamtyktin verður broytt.
Búnaðarstovan vísir á, at tá umsókn um at keypa lendið kemur, verður hon send til hoyringar hjá festaranum á staðnum, sum eisini hevur møguleika at kæra eina avgerð hjá Búnaðarstovuni um sølu til landbúnaðarstevnu.