- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frakland linkar smittuverjutiltøkini

Tað boðaði franski forsetin, Emmanuel Macron, frá í gjárkvøldið, sambært Reuters tíðindastovuni.
Macron segði, at tað ringasta av næstu bylgjuni av koronusmittuni nú var farin aftur við og at smittuverjutiltøkini vera slakað í trimum stigum fram til jóla.
Matstovur fyribils stongdar til 20. januar
Macron legði tó aftrat, at tey mugu gera alt fyri at fyribyrgja einari triðu smittubylgju, og tí skulu matstovur, kaffistovur og skeinkistøð framvegis verða afturlatin. Fyribils til 20. januar.
Umfatandi avmarkingarnar vórðu settar í verk í Fraklandi síðst í oktober fyri at steðga vaksandi smittugongdini. Tað hevur nú elvt til, at færri fólk nú aftur vera innløgd vegna koronusmittu.
Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters, men forsetin, Emmanuel Macron, hevur eisini verið undir trýsti frá handilsvinnuni sum óttast húsagangir.