Biden: USA verður sjónligari á politiska pallinum

Biden: USA verður sjónligari á politiska pallinum
Komandi amerikanski forestin sigur, at USA aftur fer at vera meira til staðar á altjóða politiska pallinum tá hann hevur tikið við 20. januar
 
25.11.2020 - 06:40

Tað segði Joe Biden í gjár, eftir hann kunngjørdi fleiri fólk, sum vera við til at mynda komandi stjórnina. Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

 Hetta er eitt toymi sum vísir, at USA er aftur og til reiðar at taka leiðsluna og til reiðar at standa andlit til andlits við mótsøðufólk okkara og til reiðar at stuðla okkara sameindu, segði Joe Biden.

Eygleiðarar vænta, at uttanríkispolitikkurin hjá Biden fer at vera meira diplomatiskur og skal bøta um viðurskiftini við fleiri lond, umframt at seta eina nýggja kós viðvíkjandi veðurlagsbroytingunum.

Sambært The Guardian, so legði Biden eisini dent á, at hansara forsetaskeið ikki fer at minna um Obama forsetaskeiðini, hóast fleiri fólk, sum eisini vóru í stjórnini hjá Obama, nú koma aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824