Umhugsa at selja triðingin av Royal Greenland

Umhugsa at selja triðingin av Royal Greenland
Samgonguflokkurin Demokratarnir heldur, at raksturin av felagnum er ov dýrur og avlopið ov lítið
Ein meting vísir, at verður Royal Greenland selt undir einum, fær landskassin millum hálva triðju og fimm milliardir krónur
 
24.11.2020 - 14:23

Grønlendska landsstýrið er til reiðar at selja triðingin av almenna felagnum, Royal Greenland, og brúka peningin til at útbyggja undirstøðukervið, m.a. til nýggjar flogbreytir ymsastaðni í landnum.

Men fyrst skal málið kannast nærri, skrivar Sermitsiaq.

Longu í apríl kravdu Demokratarnir, sum sita í landsstýrissamgonguni, at tað skuldi greinast, hvussu Royal Greenland kann einskiljast.

Ov dýrur rakstur

Demokratarnir halda, at raksturin í felagnum er ov dýrur, og avlopið er ov lítið, hóast Royal Greenland er bundið av almennum skyldum.

Forstjórin í Royal Greenland, Mikael Thinghus, hevur sagt, at tað kann verða ein fyrimunur at einskilja ein part av fyritøkuni.

Ein meting vísir, at verður Royal Greenland selt undir einum, fær landskassin millum hálva triðju og fimm milliardir krónur.

Verður ein triðingur av felagnum seldur, verður inntøkan millum 825 milliónir og eina milliard og 650 milliónir kr., skrivar Sermitsiaq.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824