- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland: Lóg skal tryggja størri kvinnuumboðan

Nýggjar lógaruppskotið, sum varð samtykt fríggjadagin, miðar eftir, at í minsta lagi triðja hvørt fólk í nevndum í framtíðini verður ein kvinna.
Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.
Skal eisini verða galdandi í almennum nevndum
– Hetta er eitt søguligt stig á leiðini, sum fer at gera enda á tíðini, har ongar kvinnur vóru í nevndum, sigur Franziska Giffey, forkvinna í ráðnum fyri javnstøðumál.
Lógaruppskotið kemur í kjalarvørrinum á einari kanning, sum staðfesti, at bara 12,8 prosent av nevnarlimum í stórum, týskum vinnufyritøkum eru kvinnur.
Týska stjórnin arbeiðir í løtuni eisini við einum lógaruppskoti, ið skal tryggja kvinnum í landinum størri umboðan í almennum nevndum.