Biden kann byrja at fyrireika seg

Biden kann byrja at fyrireika seg
Men, Donald Trump, forseti, arbeiðir framvegis við at fáa valúrslitið í fleiri statum ógildað
Joe Biden tekur við embætinum sum forseti í USA um átta vikur
 
24.11.2020 - 07:40

Nývaldi amerikanski forsetin, Joe Biden, kann nú fara undir at fyrireika seg at taka við sum forseti 20. januar.

Tað hendir eftir at General Services Administration, hevur góðkent, at fyrireikingarnar kunnu byrja.

Túsundtals fólk setast í starv

Tað hevur við sær, at demokratarnir fáa atgongd til millum annað pening, so fólk kunnu setast í starv í umsitingini, og samskifta við fólk, sum Donald Trump, forseti, hevur havt í starvi.

Avgerðin varð tikin eftir at sveiggjstaturin, Michigan, hevur góðkent, at Biden vann forsetavalið, og at hægstirættur í Pennsylvania ikki gav umsitingini hjá Donaldi Trump viðhald í eini kæru um 8.000 atkvøður, skrivar New York Times.

Avgerðin hevur við sær, at umsitingin hjá Joe Biden kann fara undir at seta nógv túsund fólk í starv, so umsitingin verður klár, tá Joe Biden tekur við sum forseti 20. januar.

Trump framvegis ikki viðgingið tapið

Donald Trump, forseti, hevur framvegis ikki viðgingið at hann tapti forsetavalið, og hann arbeiðir framvegis við at fáa valúrslitið í fleiri statum ógildað.

Hóast tað, so hevur Donald Trump boðað frá, at tey sum manna General Services Administration, eiga at gera sum tey halda vera best.

Tað hevur leingi verið funnist at Trump fyri at forða fyrireikingunum til forsetaskiftið, tí tað kann hava við sær, at Joe Biden og tey sum hann skal samstarva við, ikki vera klár til uppgávuna, tá forsetaskiftið verður, og tað kann fáa avleiðingar fyri alt USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824