- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppseting: Merkel stúrir fyri fátæku londunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/angela_merkel_ap.jpg?itok=zz-8S0w8)
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, væntar ikki, at fólk í heimsins fátæku londum fáa ágóðan av koronukoppsetingini, tá hon kemur, skrivar BBC News.
Tað var á einum toppfundi hjá G20-londunum um vikuskiftið, at Angela Merkel segði seg stúra fyri gongdini í fætøku londunum, tá koppingarevnið kemur á marknaðin.
Merkel heldur, tað gongur ov seint hjá teimum ríkastu londunum at semjast um at hjálpa teimum fátæku, so fólkini í hesum londunum eisini konnu koppsetast.
- Eg stúri fyri, at einki higartil er gjørt til tess at tryggja fólkunum í fátæku londunum koppsetingina, segði Angela Merkel á G20-toppfundinum.
GAVI upp í málið
Hon heitir á tey ríku londini um at fara til samráðingarborðið hjá GAVI, sum er altjóða felagsskapurin, ið skal tryggja fátækum londum atgongd til heilivág.
Orðini hjá Angelu Merkel koma eftir, at heilsumyndugleikarnir í USA hava sagt, at tey fyrstu fólkini har í landinum verða koppsett fyri COVID-19 tann 11. desember.
Tey ríku londini lovaðu á G20-toppfundinum at stuðla teimum fátøku londunum, sum eru meint rakt fíggjarliga av koronukreppuni, men einki ítøkiligt varð sagt um, hvussu hjálpin skal veitast.
Higartil hava næstan 59 milliónir fólk í heiminum fingið staðfest COVID-19, og talið á deyðum nærkast 1,4 milliónum fólkum.