- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil kanna eldsbrunan eina ferð aftrat
Vil kanna eldsbrunan eina ferð aftrat
Eldsbrunin á Scandinavian Star kravdi 159 mannalív, men tað er framvegis ein gáta, hví eldur kom í skipið

19.11.2020 - 15:41
Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, nevnir nú møguleikan fyri at kanna eldsbrunan á ferðafólkaferjuni Scandinavian Star eina ferð aftrat.
Nick Hækkerup var í samráði á Christiansborg í dag.
Eldur kom í Scandinavian Star í apríl í 1990, tá ferjan var á veg úr Oslo til Keypmannahavnar. Eldsbrunin kravdi 159 mannalív.
Tað er framvegis ein gáta, hví eldur kom í skipið, hóast málið er kannað fleiri ferðir.
- Hetta er ein ræðulig og syrgilig hending, og vit skylda teimum avvarðandi, at málið verður kannað út í æsir, segði Nick Hækkerup í samráðnum.
- Men vit eiga at vera varin og ikki geva falskar vónir, segði løgmálaráðharrin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV