- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bót fyri ikki at virða sóttarhaldið

Í Grønlandi fáa fólk bót fyri ikki at virða sóttarhaldið í sambandi við koronu.
Grønlendskir miðlar skriva, at ein 18 ára gomul kvinna í Nuuk hevur fingið 16.000 krónur í sektaruppskoti.
Kvinnan er skuldsett fyri at hava brotið reglurnar hjá Sjálvstýrinum um sóttarhald fýra ferðir, eftir at hon kom úr Danmark.
Hon var í veitslum, áðrenn staðfest varð, at hon ikki var smittað. Fimta dagin eftir, at kvinnan kom til Grønlands, varð staðfest, at hon ikki var smittað. Men bótina fekk hon kortini.
Hash uppi á sær
Bótin er ikki bara fyri at bróta reglurnar um sóttarhald. Kvinnan er eisini skuldsett fyri at hava hash uppi á sær.
Politiið kannaði kvinnuna, eftir at hava fingið fráboðan um hana frá fólki, sum stúrdi fyri framferðini hjá henni.
Kvinnan noktar at gjalda sektaruppskotið, so fer málið í rættin.
Herfyri fekk eitt fólk í Aasiaat 9.000 krónur í bót fyri ikki at halda reglurnar um sóttarhald. Tað fólkið var smittað.
Grønland er higartil sloppið væl í koronufarsóttini. Har eru bara 18 staðfest at vera smittað. Gjørdar er góðar 12.200 kanningar higartil.