- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umleið 30.000 heilsustarvsfólk deyð av koronu

Millum 20.000 og 30.000 heilsustarvsfólk eru deyð av koronu, harav eru 1.500 sjúkrarøktarfrøðingar. Tað upplýsir altjóða felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ICN.
- Síðani mai 2020 hava vit biðið um skipaða innsavnan av upplýsingum um smittu og andlátum millum starvsfólk, sum arbeiða í sjúkrahúsverkinum og í røkt. At hetta framvegis ikki er hent, er ein gøla, segði leiðarin fyri IVN, Howard Catton, á eini ráðstevnu í oktober.
Egnar greiningar frá felagnum benda á, at korona hevur kostað tilsamans 20 - 30.000 heilsustarvsfólkum lívið. Og upp til tíggjundi hvør av teimum 50 milliónum smittaðu kunnu vera heilsustarvsfólk, skrivar vg.no
- Hetta prógvar, at arbeiðsgevarar og politikarar kring heimin ikki hava vart heilsu- og umsorgarnarstarvsfólk, og tað er ræðandi, sigur Sineva Ribeiro, forkvinna fyri fakfelagið hjá svenskum sjúkrarøktarfrøðingum, Vårdforbundet, við vg.no