Miseydnað kvettroynd í Armenia

Miseydnað kvettroynd í Armenia
Tænastufólk innan trygdartænastuna royndu at beina fyri Nikol Pasjinian, forsætisráðharra
Nikol Pashinyan tók við sum forsætisráðharri 8. mai 2018
Mynd: Tíðindadeildin hjá armensku stjórnini  
 
15.11.2020 - 09:32

Armenska trygdartænastan vil vera við, at hon hevur steðga eini morðroynd móti forsætisráðharranum í landinum, Nikol Pasjinian.

Tað skrivar tíðindatænastan Reuters.

Talan skal vera um tænastufólk innan trygdartænastuna, sum hava roynt at beina fyri forsætisráðharranum og yvirtaka valdið í landinum.

Russiska tíðindatænastan, Interfax, skrivar, at fyrrverandi leiðarin fyri trygdartæntastuna, Artur Vanetsian, er millum tey handtiknu. Hann var leiðari, tá undanfarni forsætisráðharrin, Serzj Sargsian, noyddist úr embætinum eftir stór mótmæli í 2018.

Eisini eru leiðarar fyri tjóðskaparsinnaða flokkin Adekvat millum tey handtiknu, skrivar NTP.

Túsundstals armenar hava seinastu dagarnar mótmælt og kravt, at forsætisráðharrin leggur frá sær, eftir at Armenia í síðstu viku gjørdi friðaravtalu við grannalandið Aserbadjan, sum tryggjaði grannalandinum valdið á umstríddu økinum í Nagorno-Karabakh landslutinum, sum bæði londini hava stríðst um.

Nikol Pasjinian, forsætisráðharri, segði, at hann varð noyddur at skriva undir friðaravtaluna fyri at tryggja, at Armenia ikki missir fleiri landslutir. Hann noktar at leggja frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824