- Tíðindi, mentan og ítróttur
Georgia telur umaftur - við hond
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brad_raffensberger.jpeg?itok=AMiPfKJ9)
Tað boðaði Brad Raffensperger í landspartastjórnini í statinum frá á tíðindafundi. Joe Biden vann valið í statinum við 14.000 fleiri atkvøðum enn Donald Trump, forseti.
Umleið fimm milliónir fólk atkvøddu í Georgia, og tann sum vinnur fær 16 valfólk. Vinnur Biden valið, verður hann tann fyrsti demoktarurin sum vinnur í Georgia, síðani 1992, tá Bill Clinton vann.
Raffensperger sigur, at at longu í hesi vikuni verður farið undir at telja tær umleið fimm milliónir atkvøðurnar við hond, og væntandi verður liðugt at telja 20. november.
Eftir at úrslitið er góðkent, kann tann, sum tapir, biðja um at fáa atkvøðurnar taldar aftur, men tá skal tað vera við tólum, skrivar tíðindastovan, NTB.