- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri koppingarevni tøk fyrst í nýggja árinum
Líkt er til, at fyrst í 2021 vera fleiri koppingarevni fyri koronu tøk á marknaðinum. Og tað fer at hava við sær, at nógv fólk kunnu koppsetast.
Mánadagin boðaðu fyritøkurnar, Pfizer og BioNTech frá, at teirra royndir eru um at vera lidnar, og at royndirnar higartil eru góðar.
Granskarar fegnast
Granskarar kring heimin fegnast um boðini, ein av teimum er heilivágsgranskarin, Tor Kristian Andersen, á universitetinum í Oslo.
Hann vísir á, at fleiri onnur feløg eisini eru komin langt við at menna koppingarevni, og koma tí helst á marknaðin við sínum heilivági um somu tíð sum Pfizer.
Pfizer hevur boðað frá, at fyritøkan seinast í hesum mánaðinum fer at biðja um góðkenning frá amerikansku heilumyndugleikunum. Og samstundis eru feløgini farin undir fyrireikingar at fáa heilivág góðkendan í Evropa.
10 sløg
New York Times skrivar, at nú eru 10 sløg av koppingarevni fyri koronu komin so mikið langt, at kanningar verða gjørdar á triðja stigi.
Tá kanningarnar hjá sjálvum fyritøkunum eru av, skulu myndugleikarnir í londunum kanna úrslitið, áðrenn loyvi verður givið at selja koppingarevnið.
Tí verður roknað við, at koppingarevni fyri koronu verður tøkt í Evropa um mánaðarskiftið januar/februar.
Í Evropa verður mest tosað um koppingarevnið frá fyritøkuni, Astra Zeneca, og ábendingar eru um, at tað koppingarevnið verður tøkur um somu tíð sum koppingaervnið frá Pfizer, skrivar NRK.