- Tíðindi, mentan og ítróttur
Símun Gullaksen toppskorari í Fugloy

Trý valevni skuldu veljast inn í nýggja kommunustýrið.
Símun Gullaksen er toppskorari, hini valevnini sum eru vald inn eru: Amalia í Frammistovu, sum fekk 11 atkvøður og Maria Fríða Christiansen, sum fekk sjey atkvøður.
38 fólk høvdu valrætt í Fugloy, og 34 atkvøður komu inn til valið í ár. Tað eru tvær bygdir í Fugloyar kommunu; Hattarvík og Kirkja.
Nýggja kommunustýrið sær soleiðis út:
1) Símun Gullaksen, 13 atkvøður.
2) Amalia í Frammistovu, 11 atkvøður.
3) Maria Fríða Christiansen, sjey atkvøður.
Trý onnur valevni vóru eisini uppstillað: Elias Sonni Zachariassen fekk tríggjar atkvøður, ímeðan Jóannes Andrason og Jóhanna Maria Hanusardóttir Lydersen fingu null atkvøður hvør.
Til kommunuvalið í ár var bert ein felags listi - Listi A.
Undanfarin ár hava tveir listar verið uppstillaðir í Fugloyar kommunu.