Oljuprísurin lækkar aftur

Oljuprísurin lækkar aftur
Tíðindini um, at koppingarevni ímóti koronuvirusinum er í ljósmála, ávirkar oljuprísin
 
10.11.2020 - 09:21

Oljuprísurin lækkar eitt sindur í morgun, eftir at hann í gjár hækkaði, tá fyritøkan Pfizer, kunngjørdi, at koppingarevni ímóti koronuviorus var komið í ljósmála.

Ein tunna av olju úr Norðsjónum verður í morgun seld fyri slakar 42 dollarar, ein dollara minni enn seinnapartin í gjár, og ein tunna av olju úr USA, verður seld fyri slakar 40 dollarar fyri tunnuna, ein góðan dollara minni enn seinnapartin í gjár.

Oljumálaráðharrin í Saudiarabia, segði í gjár, at londini í OPEC, og londini sum samstarva við OPEC, kunnu broyta avtaluna, um tað vísir seg, at oljuprísurin fer at lækka meir, áðrenn eitt koppingarevni verður funnið fyri korona.

Londini í OPEC samdust um at minka søluna av olju við 7,7 milliónum tunnum um dagin frá august til desember, og hava síðani havt ætlanir um at økja søluna aftur við tveimum milliónum tunnum um dagin frá í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824