Innferðarbann rakar eisini føroyingar

bannari
Innferðarbann rakar eisini føroyingar
Av tí at hvørki Atlantsflog ella Norröna flúgva ella sigla til Bretlands, er munandi truplari hjá føroyingum at sleppa til Bretlands
Innferðarbannið, sum Bretland hevur sett móti Danmark, rakar eisini føroyingar
 
09.11.2020 - 16:17

Innferðarbannið, sum Bretland hevur sett móti Danmark, í kjalarvørrinum av koronusmittuni millum minkar í Norðurjútlandi, rakar eisini føroyingar.

Um vikuskiftið boðaðu bretsku myndugleikarnir frá, at hvørki flogfør ella skip við ferðafólki úr Danmark í sleppa inn um bretskt mark. Heldur ikki ferðafólk, ið millumlenda í Danmark, sleppa við.

Føroyingar og grønlendingar eru tó undantiknir.

Einki ferðasamband

Men av tí at hvørki Atlantic Airways ella Norröna flúgva ella sigla beinleiðis til Bretlands, so er munandi truplari hjá føroyingum at sleppa inn um bretska markið.

Ferðafólkatalið millum Danmark og Bretland hevur verið avmarkað seinastu mánaðirnar, tí bara danir, ið lesa ella arbeiða í Bretlandi, sleppa inn í landið.

Innferðarbannið er fyribils galdandi til 2. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824