- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetavalið í USA: Einki avgjørt enn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/biden_og_trump.png?itok=UAsx6LJn)
Úrslitið í sjey statum framvegis ikki greitt. Tað er í Nevada, Wisconsin, Arizona, Michigan, Pennsylvania, North Carolina og Georgia.
Pennsylvania gevur 20 valfólk
Michigan 16 valfólk
Georgia 16
North Carolina 15
Arizona 11
Wisconsin 10 valfólk
og Nevada gevur 6 valfólk
Í Wisconsin, Michigan og Pennsylvania hava myndugleikarnir boðað frá, at tað kann taka drúgva tíð áðrenn allar brævatkvøðurnar eru upptaldar.
Klokkan 6:30 í morgun vóru 64 prosent av atkvøðunum taldar, og tá var Donald Trump á odda við 650.000 atkvøðum. Hann er á odda 56,6 prosentum og Biden hevur 42,1 prosent av atkvøðunum higartil í Pennsylvania.
Biden heldur seg vera á "rættari leið"
Eftir at at telja allar brævatkvøðurnar. Trump hevur vunnið næststørsta statin, Texas. 81 prosent av atkvøðunum eru upptaldar, og Trump er á odda við 5,7 prosentstigum. Texas gevur 38 valfólk.
Biden sigur heldur seg vera á røttu leið at vinna valið. Tað segði hann í talu tíðliga í morgun føroyska tíð í Wilmington í Delaware, har hann hevur fylgt við uppteljingini.
– Tað eru hvørki eg ella Trump, ið skulu siga, hvør er vinnari; tað er amerikanska fólkið, segði Joe Biden. Men Biden var ikki liðugur við talu sína, áðrenn Trump svaraði aftur á Twitter.
Trump kemur skjótt við fráboðan
– Vit eru greitt á odda, men tey royna at stjala valið. Vit fara ongantíð at lata tey gera tað. Tað kann ikki atkvøðast eftir at atkvøðukassarnir eru stongdir, skrivar Trump á Twitter fyri løtu síðani.
Hann ávarar samstundis um, at hann skjótt fer at koma við eini fráboðan. Twitter hevur fjalt seinna partin av tweetinum hjá Donaldi Trump um, at Joe Biden og hansara fólk royna at stjala valið.
Twitter skrivar, at "nakað ella alt innihaldið í hesum tweetinum er ikki í lagi, og kann vera villleiðandi kunning um, hvussu tú fert á val ella ert við í øðrum samfelagstilgongdum".
We are up BIG, but they are trying to STEAL the Election. We will never let them do it. Votes cannot be cast after the Polls are closed!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) November 4, 2020
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Twitter viðmerkir boð frá forsetanum. Síðstu nátt viðmerkti Twitter aftur, tá Trump skýrdi avgerðina hjá hægstarætti fyri vandamikla, at lata sving-statin, Pennsylvania, telja upp sínar atkvøður eftir forsetavalið.
Trump hevur fleiri ferðir undan valinum roynt at sáa iva um skipanina við brævatkvøðum, sum hann heldur elva til valsvik.
Men serfrøðingar hava víst aftur, at brævatkvøður, sum verða senda við posti, elva til valsvik. Donald Trump hevur eisini sagt fleiri ferðir, at hann fær at síggja, um hann vil góðtaka valúrslitið um hann tapir.