Fleiri dripin og særd eftir yvirgangálop í Wien

Fleiri dripin og særd eftir yvirgangálop í Wien
Fýra fólk lótu lív, tá í minsta lagi ein maður fór at skjóta frá hond í eysturríkska høvuðstaðnum, Wien, í gjárkvøldið
Løgregla og heilsustarvsfólk nærhendis staðnum, har ein yvirgangsmaður mánakvøldið byrjaði at skjóta fólk frá hond
Mynd: AP  
 
03.11.2020 - 07:32

Skothendingar vóru á seks ymsum støðum í miðbýnum í Wien. Higartil eru trý fólk deyð av løstunum, umframt gerningsmaðurin, sum løgreglan skeyt.

Yvirgangsmaðurin var ílætin ein bumbuvest, sum løgreglan í Wien seinni segði var ein eftirgjørdur vestur. Minst 15 onnur fólk eru løgd inn á sjúkrahúsið við skotløstum.

Fleiri illa særd

Sambært borgarstjóranum í Wien, Michael Ludwig, er støðan álvarsom hjá sjey teirra. Tað er framvegis ógreitt, um gerningsmaðurin framdi atsóknina einsamallur.

Tær fyrstu fráboðanirnar søgdu, at tað vóru fleiri gerningsmenn. Í nátt søgdu myndugleikarnir, at tey framvegis leitaðu eftir einum øðrum møguligum gerningsmanni.

Eysturríkski kanslarin, Sebastian Kurz, segði, at hetta álopið var uttan iva eitt yvirgangsálop, og álopið var sera professionelt lagt til rættis.

Allir skúlar stongdir

Fyribils hevur løgreglan heitt á fólk um at halda seg burtur frá miðbýnum í Wien, og allir skúlar í Wien eru stongdir í dag.

Løgreglan hevur fingið túsundstals videobrot sendandi frá fólkum, ið sóu hendingarnar í gjárkvøldið, og løgreglan kannar tær upptøkurnar nú.

Løgreglan í Wien sigur í Twitter-boðum í morgun, at motivið fyri álopið í eysturríkska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið helst er islamistiskt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497