- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir mans aftrat tiknir í Nice
Tveir mans aftrat tiknir í Nice
Seks fólk eru nú í varðhaldi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nice_og_atsokn.jpg?itok=iWtsCog3)
01.11.2020 - 16:24
Tveir mans afturat vórðu í gjár tiknir, eftir yvirgangsatsóknina í franska býnum Nice hósdagin.
Sostatt hevur franska løgreglan nú seks fólk í varðhaldi undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangsatsóknina, har trý fólk vórðu dripin í eini kirkju.
Álopsmaðurin, ein 21 ára gamal maður úr Tunesia, varð skotin av løgregluni, og hann liggur framvegis á sjúkrahúsi, har tað stendur um lív hjá honum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV