Trý fólk bjóða Kim Kielsen av

Trý fólk bjóða Kim Kielsen av
Siumut fer at hava landsfund frá 27. til 29. november
 
01.11.2020 - 16:18


Nú eru fýra fólk, sum bjóða seg fram at standa á odda fyri grønlendska flokkinum, Siumut, tá landsfundur verður seinast í november.

Næstformaðurin í umsitingini hjá flokkinum, Evelyn M. Frederiksen, upplýsir fyri blaðnum Sermitsiaq, at Johan Arne Fleischer bjóðar seg fram at gerast formaður í flokkinum.

Upplýst verður, at hann er flogskipari og býr í Qaqortoq.

Tey fýra sum stilla upp eru: Kim Kielsen, formaður í Siumut, Vivian Motsfeldt, Erik Jensen og Johan Arne Fleischer.

Siumut fer at hava landsfund í Nuuk frá 27. til 29. november, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497