- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongland steingir í fýra vikur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160621_badi_fyrimunir_og_vansar._0133.jpg?itok=j_aa5Q4o)
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur boðað frá, at hósdagin letur Ongland aftur í fýra vikur, fyri at steðga koronasmittuni í at breiða seg.
Tað boðaði forsætisráðharrin frá í gjár.
- Tað er eitt neyðugt stig at taka, tí smittan breiðir seg nógv skjótari enn ringastu útlitini vóru, segði forsætisráðharrin.
Hann legði kortini dent á, at krøvini ikki vera so strong sum í vár, men hann heitti á fólk um at vera við hús frá hósdegnum, tá tilmælini koma í gildi.
Eftir tilmælunum kunnu 55 milliónir bretar bert fara frá húsum um tey hava fyri neyðini at fara til lækna, at keypa inn, ella mugu taka sær av næstringum, og fara til arbeiðis. Tey sum kunnu, eiga at arbeiða heima, segði hann.
Tiltøkini fara at vara til 2. desember, segði Boris Johnson.
Skotland, Wales og Norðurírland gera sjálvi av, hvussu tey handfara koronakreppuna, skrivar Ritzau.
Ráðgevin hjá stjórnini, Chris Whitty, sigur, at smittan breiðir seg skjótt, og nógv verða løgd inn á sjúkrahús. Tað er serliga galdandi fyri tey eldru, og tí er neyðugt við tiltøkunum, sigur hann.
Í gjár vóru meir enn ein millión fólk í Onglandi smittað við korona, bara seinasta samdøgrið eru 22.000 fólk smittað. Og 46.000 fólk eru higartil deyð av sjúkuni.