- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drápið í Nice: Ein maður tikin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nice_og_atsokn.jpg?itok=iWtsCog3)
Franska løgreglan hevur handtikið ein 47 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava havt samband við unga mannin, sum í gjár drap trý fólk og særdi fleiri onnur í Nice.
Tað skrivar Reuters.
Sambært blaðnum, Nice-Matin, varð maðurin handtikin í gjárkvøldið í Nice undir illgruna fyri at hava hjálpt 21 ára gamla tunesaranum við at geva honum eina telefon.
Tunesarin var komin til Fraklands fyrst í oktober, upplýsti franski ríkisákærin, Jean-Francois Ricard, á tíðindafundi í gjárkvøldið.
Hann kom um italsku oynna Lampedusa 20. september.
Lampedusa er eitt av teimum støðum, hagar nógvir bátar við ferðafólki úr Norðurafrika koma.
Fór beina leið til kirkjuna
Sambært AP kom maðurin til Nice í gjáramorgunin. Hann fór beina leið til kirkjuna í miðbýnum í Nice, har hann leyp á fleiri fólk við knívi.
Tað einasta, maðurin hevði uppi á sær, tá hann varð tikin, vóru skjøl frá italska Reyðakrossi, sum váttaðu, nær hann var komin til Italia, eina koran, tvær fartelefonir og fleiri knívar.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, kallar álopið í gjár fyri eina islamistiska yvirgangsatsókn og álop á franska tjóðarandan.
Macron lovaði samstundis, at hann fer at tvífalda talið av herfólki kring skúlar og kirkjur, so at tað verða umleið 7.000 fólk, sum skulu verja og forða fyri slíkum álopum.