Talgildi samleikin tikin í nýtslu

Talgildi samleikin tikin í nýtslu
Í fyrstu atløgu eru seks almennir stovnar og Tórshavnar kommuna á Vanganum í Samleikanum
Nicolai Mohr Balle er verkætlanarstjóri á Talgildu Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2020 - 15:18

Í løtuni er samkoma í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Talgildi samleikin alment verður tikin í nýtslu.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í síni røðu, at vit eru undangonguland á hesum økinum.

Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum, segði, verkætlanin hevur tikið fimm ár. Upprunaliga varð mett, at hon fór at kosta 150 milliónir kr., men av tí at ikki øll fíggingin kom til høldar beinan vegin, hava Talgildu Føroyar higartil havt 127 milliónir kr. at arbeiða við.

Í fyrstu atløgu eru seks almennir stovnar og Tórshavnar kommuna á Vanganum í Talgilda samleikanum.

Almennu stovnarnir eru Akstovan, Almannaverkið, Ílegusavnið, Studni og Taks. Allar tænastur hjá hesum stovnum og Tórshavnar kommunu eru á Vanganum.

Byggiloyvi og fólkapensjón

Tá tú hevur skrásett tín Samleika og ritað inn á Vangan, ber til at søkja um byggiloyvi, lestrarstuðul ella fólkapensjón við at útfylla umsóknarskjal beinleiðis á Vanganum.

Á Vanganum ber til at sígga upplýsingar, ið eru skrásettar um teg, og at fáa yvirlit yvir viðurskifti, sum tú hevur við stovnar og kommunur.

Á Vanganum ber m.a. til at síggja, hvørjar upplýsingar Landsfólkayvirlitið ella Studni hava um teg. Og eisini fært tú atgongd til títt ættartræ heilt aftur til 1600-talið.

Peningastovnarnir, sum brúka Nem-ID, koma eisini á Samleikan fyrst í nýggja árinum.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku í kvøld.

 

Sí myndir, sum Bjarni Árting Rubeksen tók á samkomuni í Norðurlandahúsinum, í sambandi við at Talgildi samleikin verður tikin í nýtslu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878