- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigur Trump ímóti: Koppsetingin ikki klár enn
– Trump hevur rætt í, at ein koppseting helst er ment áðrenn hetta árið er runnið, men tað gongur ein tíð áðrenn koppsetingin fer út til fólk.
Tað sigur læknin, Anthony Fauci, sum er ein av fremstu heilsuráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í samrøðu við BBC.
– Tá vit tosa um, at ein stórur partur av øllum fólkunum í landinum skal koppsetast, so eru vit mest sannlíkt komin inn í annan ella triðja ársfjórðing í 2021, sigur Anthony Fauci í samrøðuni.
Forsetavalevni lova ókeypis koppseting
Sostatt er læknin ikki samdur í tí, sum Trump róði framundir í sjónvarpskjaki í síðstu viku. Í samrøðuni við BBC tók læknin eisini frástøðu frá tí, sum Trump hevur sagt um, at hann er vorðin immunur eftir at hava verið smittaður.
Bæði Donald Trump og Joe Biden, ið stilla upp til forsetavalið, hava báðir lovað, at koppsetingin verður ókeypis fyri allar amerikanarar, so skjótt, hon er klár.
USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronusmittuni. Nú eru stívliga 225.000 fólk í USA deyð av smittuni sambært Johns Hopkins University.