Kina revsar amerikanskar fyritøkur

Kina revsar amerikanskar fyritøkur
Kina góðtekur ikki, at amerikanarar ætla at selja Taiwan vápn
Lockheed Martin er ein av amerikansku fyritøkunum, sum hevur fingið loyvi frá amerikanskum myndugleikum at selja vápn til Taiwan
 
26.10.2020 - 09:35

Kina fer at seta revsitiltøk í verk móti amerikonskum fyritøkum, sum ætla ar selja Taiwan vápn.

Amerikanska uttanríkisráðið hevur góðkent sølu av vápnum til Taiwan, og tað eru feløgini Lockheed Martin, Boeing og Raytheon, sum fyribils verða rakt av revsitiltøkum.

Kina hevur í fleiri ár ætlað at hertikið Taiwan, og er ímóti øllum diplomatiskum og handilsligum sambondum, sum lond hava við Taiwan.

USA hevur ikki diplomatiskt samband við Taiwan, men hevur bundið seg til at verja oynna hernaðarliga.

Trump-stjórnin hevur fleiri ferðir selt vápn til Taiwan, og amerikonsk embætisfólk hava eisini vitja oynna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497