- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland forðar fyri peningahvítting
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/islendskir_pengar.jpeg?itok=aJiKndMC)
Ísland er nú strikað av gráa listanum hjá altjóða felagsskapinum The Financial Action Task Force, stytt FATF.
Felagsskapurin ger meginreglur um, hvussu lond eiga at gera lógir, sum forða fyri peningahvítting og at fíggja yvirgang.
Eitt nú skulu londini skráseta allar fyritøkur og felagsskapir, og hvør eigarin er.
Í summar varð greitt, at Ísland hevði hildið krøvini fyri at verða strikað av listanum.
Endaliga avgerðin varð tikin í september, tá grannskoðarar hjá FATF komu til Íslands.
Niðurstøðan hjá teimum var, at sterkur politiskur vilji er í Íslandi fyri at halda fram við samstarvinum um tiltøk móti hvítting og at figgja yvirgang.
Kravdu 51 ábøtur
Ísland kom í fjør heyst á gráa listan, og tá vísti FATF-frágreiðingin í 2018 á 51 ábøtur, sum skuldu gerast, og setast í verk í Íslandi.
Síðani hava løgmálaráðið og fíggjar- og búskaparmálaráðið arbeitt við ábótum saman við íslendska fíggjareftirlitinum, ríkisløgregluni, skattavaldinum og tollvaldinum.
Eitt nú skuldi nýggj skipan setast í verk, sum varskógvar løgregludeildina fyri fíggjarlig brostverk í sambandi við løgnan peningaflutning.
Snorri Olsen, leiðari fyri RSK, sum er íslendska skattavaldið, sigur við RÚV, at tað fer at hava jaliga ávirkan beinanvegin, at Ísland nú er tikið av listanum.
- Nú er ikki longur neyðugt at stúra fyri altjóða handli við Ísland, ella at hava eyka eftirlit og avmarkingar, sigur stjórin fyri íslendska skattavaldið við RÚV.