- Tíðindi, mentan og ítróttur
WHO: Smittutølini vaksa skjótt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tedros_ghebreysus_0.jpg?itok=n1I00vpe)
Smittutølini vaksa skjótt í nógvum londum í løtuni, ávarar Heimsheilsustovnurin um.
- Vøksturin er ógvusligur í fleiri londum, og hetta elvir til, at sjúkrahús og intensivdeildir eru ovbyrjað av koronuvirusinum.
Tað sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Ghebreysus, sambært tíðindastovunum Ritzau og AFP.
Sambært aðalskrivaranum eru tað serliga lond á norðaru knatthálvuni, at støðan er hættislig.
Átøk neyðug
- Vit mæla til, at átøk verða sett í verk beinanvegin fyri at forða fyri "óneyðugum" deyðsføllum, sum Ghebreysus málber seg.
Boðini koma samstundis sum fleiri lond í Evropa tátta í, til tess at avmarka smittuspjaðingina.
Í Danmark kunngjørdi stjórnin fríggjadagin, at tað verður bannað at selja alkohol eftir klokkan 22 um kvøldið, og tað verður kravt, at fólk brúka masku, tá tey fara til handils.
Franskt útgongubann
Frakland hevur eisini sett útigongubann í verk ymsastaðni í landinum, ímeðan grannalandið, Belgia, hevur sett nýggj tiltøk í verk fyri at tálma smittuspjaðingini.
Fleiri landslutir í Italiu hava somuleiðis lýst útigongubann, og í Póllandi hevur stjórnin givið boð um, at matstovur skulu steingjast fyribils.
Nú hava tilsamans 42,6 milliónir fólk í heiminum fingið staðfest COVID-19, og 1,15 milliónir fólk ery deyð av smittuni, vísa nýggjastu tølini hjá Johns Hopkins University, sum fylgir gongdini neyvt.
USA er tað landið, sum er harðast rakt, har eru 224.000 fólk deyð higartil. Síðani koma Brasil, India, Meksiko og Stóra Bretland.
Í Evropa er talið av smittaðum bara í Fraklandi og Spania hesa vikuna farið upp um eina millión fólk, sambært Ritzau.