- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smittutølini í USA vaksa við miklari ferð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/new_york_3.jpg?itok=Ym5V-uG0)
Smittutølini í USA vaksa við miklari ferð í løtuni. Fríggjadagin vórðu 83.757 nýggir COVID-19 tilburðir skrásettir í USA, og ongantíð fyrr eru so nógvir nýggir tilburðir skrásettir eftir einum samdøgri.
Og í gjár, var talið næstan líka so stórt, tá 83.718 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í USA, skrivar amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, á netinum.
Ringast í New York
Serfrøðingar hava frammanundan ávarað um, at tað fóru at koma nógvir nýggir tilburðir í landinum í heyst, og serfrøðingarnir halda, at støðan fer at gerast enn verri.
Higartil hava næstan 8,6 milliónir fólk í USA fingið COVID-19, og stívliga 225.000 fólk í landinum eru deyð av smittuni.
Ringast stendur til í New York, har 33.400 fólk higartil eru deyð av COVID-19, vísa tøl hjá Johns Hopkins University, sum fylgir smittugongdini.
Lítið gott í væntu næstu vikurnar
– Væntandi fara tølini á deyðum at vaksa komandi tríggjar-fýra vikurnar, sigur Michael Osterholm, deildarstjóri hjá Center for Disease Control á universitetinum í Minnesota, við CNN.
Ein av orsøkunum til, at talið veksur so skjótt í løtuni er, at tað gerst kaldari í veðrinum, og at fólk tí í størri mun savnast innandura, har tað er lættari at smitta onnur, siga heilsumyndugleikarnir.
Forsetin, Donald Trump, hevur roynt at kyrra fólk, samstundis sum tølini fyri landið fortelja eina aðra søgu. Í minst 35 statum vóru smittutølini í síðstu viku størri enn tey vóru vikuna frammanundan, sambært CNN.