- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark: 945 smittað við koronu
Danmark: 945 smittað við koronu
Danmark hevur sett eitt keðiligt met. 945 eru smittað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/korona_ls_03.jpeg?itok=giD1sMNX)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.10.2020 - 13:03
Tað gongur skeivan vegin í Danmark. Nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut vísa, at 945 eru smittað við COVID-19. Til samanberingar er eingin smittaður á triðja dagi í Føroyum og tamarhald er á støðuni.
Danska stjórnin helt tíðindafund fríggjadagin í eini roynd at steðga spjaðingini av smittuni við eini røð av tiltøkum. M.a. skulu øll skeinkistøð steingja klokkan 22. Krøv eru til at fólk skulu brúka maskur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV