- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Landstingið í Grønlandi sent til hús
Korona: Landstingið í Grønlandi sent til hús
Øll fíggjarnevndin er farin í sóttarhald
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/landsting.jpg?itok=QgoGmyV1)
Korona ávirkar grønlendska landstingið, sum er farið í sóttarhald
23.10.2020 - 09:27
Landstingið í Grønlandi er sent til hús í ótíð, tí eitt fólk, sum hevur verið í sambandi við eitt koronusmittað fólk, hevur verið á fundi við fíggjarnevndina hjá landstinginum.
Øll í fíggjarnevndini eru nú í sóttarhaldi.
Orsøkin er, at eitt fólk í Aasiaat, sum er smittað við koronu, hevur ikki hildið tilmælini um sóttarhald.
Eitt annað fólk, sum hevur verið fundi í Nuuk við fíggjarnevndina hjá landstinginum, hevur havt tætt samband við smittaða fólkið.
Landstingið er tí sent til hús fyribils, til vissa fæst, um limirnir í fíggjarnevndini eru smittaðir ella ikki.
Í fíggjarnevndini eru sjey fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV