- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snowdon varandi uppihaldsloyvi í Russlandi
Snowdon varandi uppihaldsloyvi í Russlandi
Edward Snowdon hevur verið í Russlandi, síðani hann lak fregnartænastuupplýsingar í 2013
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ace20b264d6f7c035e30d97848799f14.png?itok=S16qvYN1)
Edward Snowdon hevur fingið varandi uppihaldsloyvi í Russlandi
22.10.2020 - 15:13
Russland hevur givið amerikanska varskógvaranum, Edward Snowden, varandi uppihaldsloyvi í landinum.
Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass, og vísir til advokatin hjá Snowdon sum keldu til upplýsingarnar.
Edward Snowden starvaðist í amerikansku fregnartænastuni, og hann er ákærdur fyri njósning í USA.
Í 2013 lak hann nógvar loyniligar upplýsingar hjá amerikansku fregnartænastuni.
Stutt eftir flýddi Snowdon av landinum og fekk friðskjól í Russlandi, sum nú hevur givið honum varandi uppihaldsloyvi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV