- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjarnorkuavtala longd eitt ár
Í samráðingunum um at longja New Start-avtaluna millum Russland og USA, hava russarar boðið sær til at frysta ávíst tal av kjarnufysiskum stríðútbúnaði í eitt ár.
New Start er seinasta veruliga avtala millum USA og Russland um avdubbing, og sum avmarkar risastóra kjarnorkuútbúnaðin hjá londunum. Avtalan fer úr gildi í februar næsta ár.
Í gjár boðaði uttanríkisráðið í Moskva frá, at Russland er sinnað at longja avtaluna í eitt ár, um USA eisini niðurfrystir ávíst tal av kjarnorkuútbúnaði í eitt ár.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, mælti í síðstu viku til at longja avtaluna í eitt ár, men Hvítu Húsini hildu, at uppskotið var ikki áhugavert, so leingi tað ikki fevndi um at minka talið av kjarnorkuútbúnaði.