- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jacinda Ardern vann valið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jacinda.png?itok=wzI4Ahap)
Nýsælandski forsætisráðharrin, Jacinda Ardern, og Arbeiðaraflokkurin hava í dag vunnið greiðan sigur í nýsælandska tjóðartingsvalinum.
Arbeiðaraflokkurin hevur fingið 49 prosent av atkvøðunum og 64 av 120 sessum í parlamentinum eftir at fleiri enn 97 prosent av atkvøðunum eru taldar.
Sostatt skrivar Arbeiðaraflokkurin eisini søgu sum fyrsti flokkurin nakrantíð, ið hevur vunnið reinan meiriluta í Ný Sælandi, síðan landið fekk eina nýggja valskipan í 1996.
Fagnaðurin stórur
Fagnaðurin var eisini stórur í valhølunum hjá nýsælendska arbeiðaraflokkinum, tá Jacinda Ardern kom á pallin, takkaði veljarunum og minti á týdningin av at standa saman hóast ósemjur.
– Val eru sjáldan serliga góð til at sameina fólk, men tey nýtast ikki at skilja fólk sundur. Og í krepputíðum trúgvi eg, at Ný Sæland hevur víst hetta. Tí sigi eg enn einaferð takk, segði Jacinda Ardern til stóran fagnað.
Næsti avbjóðarin, the National Party, fær 26,9 prosent av atkvøðunum og 35 sessir. Flokkarnir ACT New Zealand og Grøni flokkurin fáa hvør 10 sessir í tinginum, meðan Maori-flokkurin fær tann síðsta sessin.
Upprunaliga skuldi tjóðartingsval vera í september, men bleiv valið útsett ein mánað vegna koronustøðuna.