Handilssamráðingarnar slitnaðar

Handilssamráðingarnar slitnaðar
Tað eydnaðist ikki ES og Bretland at finna eina semju um eina handilsavtalu
 
17.10.2020 - 09:56

Samráðingarnar millum Bretland og ES um eina handilsavtalu millum partarnar eftir Brexit, eru lidnar. Tað hevur umsitingin hjá forsætisráðharranum Boris Johnson váttað.

Somikið langt er millum partarnar, at bretar siga tað vera óneyðugt at halda fram, uttan so, at ES grundleggjandi broytir støðu.

Vón um semju enn

Franski Evropa-ráðharrin, Clement Beaune, segði við BBC í gjár, at ES fer ikki eftir eini semju fyri einhvønn prís, men at tey eru enn sinnaði at lurta eftir Bretlandi.

Michel Barnier, samráðingarleiðari hjá ES, skal til London í næstu viku. Sambært keldum er vónin um eina semju ikki slept enn, um enn hon er ósannlík.

Millum stóru ósemjurnar eru atgongdin hjá fiskiførum úr ES at fiska í bretskum sjógvi og statslig hjálp til vinnufyritøkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824