Kann verða smittað av koronu

Kann verða smittað av koronu
Finski forsætisráðharrin er farin heimaftur, tí hon hevur verið á fundi við ein starvsfelaga, sum hevur fingið koronu
Sanna Marin er forsætisráðharri í Finnlandi
 
16.10.2020 - 14:13

Finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, fór í morgun av toppfundinum í ES og aftur til Finnlands, tí hon kann vera smittað av koronu

Fyrr í vikuni var hon á fundi saman við einum starvsfelaga í Finnlandi, sum nú hevur fingið korona.

Tað var forsætisráðharrin, sum sjálv boðaði frá avgerðini um at fara heimaftur.

Hon skal kannast, tá hon kemur heim, og fer í øllum førum í sóttarhald, boðaði hon frá.

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, fer at umboða Finnland á toppfundinum í ES, nú finski forsætisráðharrin noyddist til hús, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824