Kina fyrireikar seg til kríggj

Kina fyrireikar seg til kríggj
Kinesiski forsetin, sum hevur eftirlit við herinum, hevur heitt á hermenninar um at vera í størstu tilbúgving
Xi Jing Ping, forseti í Kina, heitir nú á herin um at brúka alla orku sína til kríggj
 
15.10.2020 - 09:36

- Nýtið alla tykkara orku til at fyrireika tykkum til kríggj.

Tað vóru boðini frá kinesiska forsetanum, Xi Jinping, tá hann í morgun vitjaði eina herstøð í Guandong-landspartinum.

Forsetin hevur eftirlit við fólksins heri, sum kinesiski herurin verður nevndur, og sambært kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, heitti forsetin á hermenninar um at vera í størstu tilbúgving.

67 ára gamli forsetin er undir stórum trýsti, bæði tá talan er um støðuna í landsynningspartinum av Asia, men eisini mótvegis stórveldunum, India og USA.

Taiwan fær ilt i amerikanarar

At Kina ger alsamt meir um seg í Hongkong, hevur fingið ilt í amerikanarar, sum eisini finnast hvassliga at kinesisku ætlanini um at innlima Taiwan í Kina.

- Nýtið alla tykkara orku til kríggj, men vísið virðing, og verið trúfastir ímóti landinum, segði hann við hermenninar á herstøðini, sambært CNN.

USA hevur lovað Taiwan vápn, og tað fanst kinesiski uttanríkisráðharrin hvassliga at. Og Kina sendi mánadagin 40 hernaðarflogfør til leiðirnar við Taiwan.

Sambæst CNN hevur Xi Jinping fleiri ferðir hótt við at taka valdið í Taiwan, og landið fær ikki sjálvstýri, hevur hann gjørt greitt.

Kina hevur meir enn tværmilliónir hermenn.

Stríð um Kashmir

Stríð er eisini millum Kina og India um markið í Kashmir-landspartinum.

Í juni vóru bardagar, og sambært myndugleikunum í India, lógu 20 indiskir og 43 kinesiskir hermenn eftirá. Kina hevur ikki váttað tíðindini.

Stríð hevur veriðum markið í 60 ár, men hetta var fyrstu ferð í 45 ár, at hermenn doyðu.

Støðan hevur fingið bæði londini at senda nógv herfólk og útgerð til markið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497