- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja val í Grønlandi
Krevja val í Grønlandi
Fleiri hundrað fólk mótmæltu grønlendska landsstýrinum í gjár. Mótmælisfólkini í Nuuk kravdu val nú
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_kielsen_2.jpg?itok=oQ2id7uk)
Fólk hava mist álitið á landsstýrisformanninum Kim Kielsen
14.10.2020 - 06:27
Fólk hava mist álitið á landsstýrisformanninum Kim Kielsen. Orsøkin er sonevnda rognkelsismálið. Kim Kielsen leigar út ein bát, sum fiskar rognkelsi, og kvotan er størri í ár enn í fjør.
Men landsstýrið sigur, at 204 tons, sum ikki blivu fiskað í fjør, eru flutt til í ár. Í síðstu viku atkvøddi Landstingið um eina misálitisváttan.
Kim Kielsen slapp við neyð og deyð undan misáliti, tí 13 atkvøddu fyri og 14 ímóti uppskotinum um misálit. Tveir tinglimir atkvøddu ikki.
Hóast reglur eru í Grønlandi um, hvussu nógv fólk kunnu koma saman í hesum koronutíðum, eru tær ikki galdandi fyri slík mótmælistiltøk. Landstingsval var 24. apríl 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV