Ferðavinnan í Noregi hart rakt av koronu

bannari
Ferðavinnan í Noregi hart rakt av koronu
Norska ferðavinnan hevur mist 41 milliardir krónur av koronasmittuni
Umsetningurin hjá ferðavinnuni í Noregi minkaði úr 46 milliardum krónum niður í 14 milliardir krónir frá januar til august í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør
 
13.10.2020 - 09:22

Ein uppgerð hjá norsku ferðavinnuni vísir, at inntøkurnar hjá feravinnuni minkaðu við 41 milliardum krónum frá januar til august í ár, samanborið við somu tíð í fjør, skrivar tíðindastovan NTB.

Serliga merkti ferðavinnan sera væl, at nógv færri útlendsk ferðafólk komu til Noregs. Talan var um eina afturgongd uppá 68 prosent, vísir uppgerðin.

Stjórin fyri norsku ferðavinnuna, Kristin Krohn Devold, sigur við NTB, at uppgerðin prógvar, at ferðavinnan hevur tørv á peningi til at rinda fyri fastar útreislur, sum eru av koronakreppuni.

 

Fær vinnan ikki stuðul, so er vandi fyri, at nógv arbeiðspláss fara fyri skeyti. Og vinnan hevur tørv á peningi, sum kann rinda upp til 80 prosent av føstu útreiðslunum, sigur hon. Og tørvurin stendur við, so leingi sum koronakreppan ger um seg, leggur hon aftrat.

Hon sigur, at tøær 680 milliónir kr., sum eru settar av í uppskotinum til fíggjarlóg, mugu setast av til útreiðslur fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2021, og síðani má játtanin økjast eftir tørvi.

Stjórin fyr norsku ferðavinnuna sigur seg ógvast um útspælið frá myndugleikunum, sum siga, at marknaðurin má gera av, hvørjar fyritøkur í ferðavinnuni skulu halda fram. Og ger vart við, at eingin ferðavinnufyritøka hórar undan við eftirspurninginum sum er nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497