- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretska samfelagið verður ikki stongt aftur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_0.png?itok=G8QqmY-Z)
Í framløgu síni í gjár, segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, at koronusmittan skal ikki sleppa at gera um seg í landinum, tí tað hevði kravt ov nógv mannalív.
Hann vil ikki stongja samfelagið fullkomiliga, men at talan er um eina skipan við avmarkingum, har alt landið verður skipað í ymisk vandaøki.
– Vit mugu gera nakað, segði hann, sambært tíðindastovuni Reuters.
Trupul skipan at umsita
Boris Johnson sigur, at skipanin at stongja lokalt hevur verið trupul og havt ójavnar reglur við sær. Og nú skulu lokalu reglurnar gerast einfaldari. Nýggja skipanin hevur ymisk stig av avmarkingum í trimum ymiskum vandabólkum.
Johnson sigur, at meginparturin av landinum fer í miðal-vandabólkin, men at flestu økini, sum í dag hava lokalar avmarkingar enda í hægsta-vandabólki. Og í hægsta vandabólki, sum er "sera vandamikið" er fyri øki, har smittan breiðir seg skjótt.
Í økjum, har smittuvandin er sera stórur, verða barrir, venjingarstøðir og kasino stongd, sigur Boris Johnson. Og býurin Merseyside fer í henda bólk í morgin.