- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar reglur fyri ferðing í Bretlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160621_badi_fyrimunir_og_vansar._0004.jpg?itok=rdmM2R7D)
Tað upplýsir bretski ráðharrin í bústaðarmálum, Robert Jenrick, sambært Reuters. Hann sigur, at ætlanin er kortini ikki at lata landið aftur fyri at fáa tamarhald á koronusmittuni, sum hevur breitt seg nógv seinastu tíðina.
Talið, sum mátar smittutrýstið, er í løtuni millum 1,2 og 1,5, og tað vísir, at smittan breiðir seg. Tað er serliga har norðuri í Bretlandi, at koronusmittan hevur tikið dik á seg.
Talið av smittaðum veksur í løtuni
Liverpool og har á leiðini kunnu vænta strong tiltøk. Eitt nú at barrir, kasino og venjingarstøðir stongja, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.
Talið av smittaðum veksur í øllum Onglandi, men stórbýir sum Newcastle, Liverpool, Manchester og Nottingham har norðuri er serligga illa raktri.
Í Liverpool, Manchester og Nottingham eru seinastu tíðina skrásettir 500 smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk, og tað er á sama stigi sum Madrid og Brússel.