- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-ráðharrar krevja revsing
ES-ráðharrar krevja revsing
Tvey lond í ES hava gjørt eitt útkast til at revsa ávís fólk eftir at russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, varð eitraður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/navalnyj.png?itok=_nNyv-Mp)
Aleksej Navalnyj í sjúkraseingini, tá hann varð eitraður herfyri
12.10.2020 - 14:35
ES má gera vart við, at samveldið ikki góðtekur, at Russland eftir øllum at døma stóð fyri at eitra russiska andstøðingin, Aleksej Navalnyj, í august.
Tað sigur týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, uppundir ein fund ímillum uttanríkisráðharranar í ES.
Týskland hevur saman við Fraklandi gjørt eitt útkast til at revsa ávís fólk, og sum verður lagt fyri uttanríkisráðharrarnar til umrøðu, skrivar TV2.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV