- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slapp undan misáliti
Slapp undan misáliti
Nógv rok hevur verið um gegnið hjá Kim Kielsen, grønlendska landsstýrisformanninum, í sambandi við eitt mál um fiskiskap eftir rognkelsi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kim_kielsen_1.jpg?itok=l1oHArJy)
Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, slapp undan misáliti
09.10.2020 - 08:44
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, slapp við neyð og deyð undan einum misáliti í landstinginum í gjárkvøldið.
13 atkvøddu fyri og 14 ímóti uppskotinum um misálit. Tveir tinglimir atkvøddu ikki.
Í landstinginum hevur samgongan 17 limir og andstøðan 14.
Talan er um sonevnda rognkelsismálið og gegnið hjá Kim Kielsen, sum nógv politiskt rok hevur verið um í Grønlandi nú í langa tíð.
Kim Kielsen leigar út ein bát, sum fiskar rognkelsi. Og Kim Kielsen var við, tá rognkelsiskvotan varð hækkað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV