- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongurin skurðviðgjørdur í hjartanum
Kongurin skurðviðgjørdur í hjartanum
Tað veit væl við hjá Haraldi kongi, men hann liggur framvegis á intensivari deild
09.10.2020 - 14:31
Haraldur kongur í Noregi varð skurðviðgjørdur í hjartanum í morgun.
Tað skrivar norska kringvarpið.
Bjørn Bendz, lækni hjá norska konginum, sigur, at Haraldur kongur, hevur tað gott eftir skurðviðgerðina, men kongurin liggur framvegis á intensivari deild.
Haraldur kongur varð lagdur inn á sjúkrahús í gjár, tá hann hevði ilt við at draga andan.
Kongurin varð eisini skurðviðgjørdur í hjartanum í 2015, tá hann fekk eina hjartaloku. Í morgun var ein nýggj hjartaloka sett í.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV