- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump illa fyri fríggjadagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/forsetahjun.png?itok=aT3LQh64)
Amerikanski forsetin var somikið illa fyri av korona-virusinum, at starvsfólkini í Hvítu Húsunum stúrdu fyri honum.
Serliga ring var støðan fríggjadagin, tá forsetin varð lagdur inn á sjúkrahús.
Tað sigur starvsfólkaovastin í Hvítu Húsunum, Mark Meadows, við tíðindastovuna DPA.
Ì samrøðuni greiðir Meadows frá, at forsetin hevði fepur og manglaði ilt í blóðinum.
Á eini upptøku, sum Donald Trump legði á Twitter í nátt, greiðir forsetin frá, at hann nú hevur tað betri.
Tó er forsetin enn ikki somikið byrgur, at hann er uttanfyri vanda.
Eisini forsetafrúan, Melania Trump, hevur korona. Hennara heilsustøða er, sambært forsetanum, betri enn hansara. Aldursmunurin kann vera ein orsøk til tað, metir 74 ára gamli forsetin um sína 24 ár yngri konu.
Umframt forsetahjúnini hava í minsta lagi 10 starvsfólk í Hvítu Húsunum korona.